Jan Ó. Ellingsgaard, sum hevur spælt útivið 200 dystir fyri besta liðið hjá ÍF, men hevur verið burturstaddur hetta kappingarárið, vendir heim aftur til ÍF størsta partin av tí, sum er eftir av kappingarárinum. Eftir ætlan verður hann við frá fyrst í juni fram til septembur.
Hesi tíðindi váttar formaðurin í ÍF, Njál R. Petersen. Silvurvinnararnir úr Fuglafirði hava verið ógvuliga ivasamir fyrsta triðingin av kappingarárinum og eru í løtuni á 7. plássi. Formaðurin vísir ikki aftur, at felagið fer at leita sær eftir styrki í summarsteðginum.
- Vit hava eitt gott samband við venjaran, Albert Ellefsen, og vit hava følararnar úti. Tað verður tó pengapungurin, sum fer at avgera tað, sigur Njál R. Petersen, formaður í ÍF, við in.fo í kvøld.
ÍF, sum ikki hevur vunnið í fýra teimum seinastu dystunum í Effodeildini, skal sunnudagin á vitjan hjá B68 á Svangaskarði.