TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi á Rás2 við roynda landsliðsverjuspælaran, Jónas þór Næs (B36), sum hevur drigist nógv við skaða í ár, men sum nú er inni í landsliðshitanum aftur.
Jónas þór fegnast um at verða partur av landsliðshópinum aftur, men er greiður yvir, at aftaná seinastu ófatuliga góðu avrikini ímóti Grikkalandi má hann veruliga striðast fyri at kunna byrja inni aftur. Hann ávarar ímóti at taka nakað fyri givið ímóti Norðurírlandi 4. september og Finnlandi 7. september. Fyrri undankappingardysturin verður á Tórsvølli, og tann seinni verður á olympiska leikvøllinum í Helsinki.










