Royndur løgreglumaður skal finna Madeleine

Portugisisku myndugleikarnir hava tilnevnt ein nýggjan leiðara at standa fyri kanningunum í málinum um ta horvnu gentuna

Í síðstu viku legði Goncalo Ameral frá sær sum ovasti hjá teirri portugisisku løgregludeildini, sum kannar málið um ta horvnu Madeleine McCann. Hann valdi at fara frá, eftir at bretska løgreglan hevði lagt hann undir at vera ov tætt knýttan at foreldrunum Gerry og Cate McCann.

 

Eisini vildi bretska løgreglan vera við, at Amaral hevði latið bretum skeivar upplýsingar fyri at órógva kanningararbeiðið.

 

Nú er eftirmaðurin tilnevndur. Hann eitur Paulo Rebelo. Hann er ein maður við drúgvum royndum, og hansara uppgáva er nú at finna Madeleine McCann - livandi ella deyða.