Royndur eysturríkskur dómari dømir í Andorra

Harald Lechner hevur verið altjóða dómari síðani 2010

Hesaferð fáa vit ein royndan altjóða dómara at døma dystin millum Andorra og Føroyar í Nations League, ið byrjar klokkan 14 í dag.

38 ára gamli eysturríkarin, Harald Lechner hevur verið altjóða dómari síðani 2010.

Hann hevur higartil dømt 77 altjóða dystir, og tað boðar frá góðum.

Haraftrat hevur hann dømt yvir 300 dystir á hægsta støði í Eysturríki í bestu og næstbestu deildini, og í steypakappingini.

Harald Lechner hevur dømt dystir í eysturríksku bundesliguni síðani 2008.

Vegna korona og reglugerðina hjá UEFA er tað nærmast ógjørligt at ferðast við landsliðnum í hesum døgum. Tí er einki tíðindafólk við á ferðini. FM1 fer tí at fylgja dystinum beinleiðis úr studio, har Teitur Joensen verður viðmerkjari.

Í upptaktini, sum byrjar klokkan 13 verður tosað við millum annað legendariska miðverjan hjá Andorra, Ildefons Lima. Hann er í løtuni tveittur av landsliðnum hjá Andorra av fótbóltspolitiskum orsøkum.