Royndur dómari úr Aserbadjan dømir dystin KÍ-Molde

Aliyar Agayev hevur dømt dystir í evropeiskum kappingum síðani 2013

Klokkan 19.45 í annaðkvøld verður stórdystur millum KÍ og Molde í triðja undanumfarinum í Champions League.  Dysturin verður leiktur á Tórsvølli, og tað vera nógvir áskoðarar til dystin.

 

Tað verður ein í evropeiskum høpi royndur dómari, ið kemur at døma dystin millum KÍ og Molde. Tað skuldi bara mangla í triðja undanumfarinum í Champions League. 

 

35 ára gamli, Aliyar Agayev úr Aserbadjan hevur dømt dystir í evropeiskum kappingum síðani 2013.

 

Aliyar Agayev hevur dømt dystir í bestu deildini í Aserbadjan síðani 2012.

 

KÍ Klaksvík (FRO) - Molde FK (NOR)

Dómari: Əliyar Ağayev (AZE)

Hjálpardómari 1: Zeynal Zeynalov (AZE)

Hjálpardómari 2: Akif Əmirəli (AZE)

Fjórði dómari: Elçin Məsiyev (AZE)

VAR dómari: Tomasz Kwiatkowski (POL)

VAR hjálpardómari: Paweł Malec (POL)

UEFA dómaraeygleiðari: Markus Nobs (SUI)

UEFA umboð: Mihail Kasabov (BUL)