Komandi hóskvøld klokkan 19.45 er fyrri Europa League Play Off dysturin millum KÍ og Sheriff Tiraspol úr Moldova (Transnistria).
Dysturin verður leiktur á Tórsvølli.
HER ber til at keypa atgongumerki til dystin.
Tað verður ein royndur 34 ára gamal dómari úr Slovenia, ið kemur at døma dystin.
Rade Obrenovic hevur verið FIFA og UEFA-dómari síðani 2017. Hann hevur dømt 32 altjóða dystir, landsdystir og dystir í felagsliðskappingum. Harumframt hevur hann dømt fitt av ungdómslandsdystum, og dystir í UEFA Youth Cup.
Bara í farna mánað hevur Rade Obrenovic dømt tveir altjóða dystir, so dysturin á Tórsvølli skuldi verið í góðum hondum.
KÍ Klaksvík (FRO) - FC Sheriff Tiraspol (MDA)
Dómari: Rade Obrenovič (SVN)
Hjálpardómari 1: Jure Praprotnik (SVN)
Hjálpardómari 2: Grega Kordež (SVN)
Fjórði dómari: David Šmajc (SVN)
UEFA dómaraeygleiðari: Markus Nobs (SUI)
UEFA umboð: Jean-Paul Mievis (BEL)
Tað vera ein VAR-dómari og ein VAR-hjálpardómari til dystin, men nøvnini eru ikki kunngjørd enn.