Klokkan 18 verður fyrsta bríksl á Friends Arena í Stokholm, har AIK er vertur, og KÍ er gestur.
Tá ið liðini spældu í Gundadali fyri einari viku síðani, endaði tað við málleysum janvleiki. Harvið er støðan tann undan fyrsta bríksli í kvøld, at tað liðið, sum vinnur í kvøld, fer at halda fram í kappingini.
Um tað endar við máleysum javnleiki verður neyðugt við longdari leiktíð.
Um tað endar við javnleiki, sum ikki er máleysur, so verður tað KÍ, ið fer at halda fram í kappingini sambært regluni um mál skorað á útivølli.
Dómarin á Friends Arena í kvøld hevur ofta dømt í altjóða dystum, og í kvøld verður ikki fyrstu ferð, at 33 ára gamli Laurent Kopriwa er á vøllinum saman við føroyingum.
Fyri fýra árum síðani dømdi hann fyrsta og higartil einastu ferðina í europeisku meistarakappingini. Tað var millum Tre Penne og Shirak Gyumri. Í Europa liguni hevur hann dømt fýra ferðir. Síðsti dysturin var sjeynda juli í fjør, tá ið norska Stabaek IF hevði vitjan av Connah`sQuay. Ta ferðina vísti hann gula kortið sjey ferðir. Ein av spælarunum sá gula kortið tvær ferðir og varð harvið vístur av vøllinum.
Tríggjar ferðir hevur Laurent Kopriwa verið dómari, tá ið føroysk lið hava verið annar parturin – tá ið a-landsliðið tapti 2-0 í Íslandi í 2012, tá ið U-21 landsliðið tapti 1-0 í Eysturríki í fjør og tá ið tað hjá U-17 landsliðnum endaði 1-1 ímóti Kypros í 2012.