Royndu styrkina uppi í Hovyík

Um vikuskiftið skipaði Fragd og Fimi fyri kapping í styrkilyfting, har tey, sum dagliga venja í venjingarmiðstøðini, høvdu høvi at vísa sína styrki. Kappingin varð hildin í bilhøllini hjá Reyni Service, og varð tað Herman Hermansen, sum streyk avstað við sigrinum

Sum nevnt í leygardagsblaðnum, varð kapping í styrkilyfting fyriskipað í hølunum hjá Reyni Service leygardagin.

Kappingin nevndist Fragd og Fimi cup 2000, og umframt at vera eitt afturvendandi tiltak, varð kappingin á hesum sinni samstundis ein markering av 15 ára føðingardegnum hjá venjingarmiðstøðini í Djóna í Geils gøtu.


Í mun til vektina

Tilsamans vóru tað seks mans, sum royndu seg henda dagin, men av teimum vóru tað bert tríggir, sum luttóku í samlaðu kappingini, har luttakararnir skuldu kappast í trimum greinum, Squat, Bench press og Dead lift.

Sjálvsagt er munur á støddini á ymsu luttakarunum, og tískil vóru lyftu vektirnar umroknaðar, soleiðis at stig vórðu givin, sum samsvaraðu við kropsvektina.

Herman vann

Tá tað kom til stykkis, var besti luttakarin Herman M. Hermansen. Í øllum kappingargreinunum var hann tann av luttakarunum, sum fekk flestu stigini.

Hinir luttakararnir stóðu seg tó eisini sera væl, og ikki færri enn fýra persónlig met vórðu sett henda dagin. Føroysk met vóru tó eingi av, og hetta var kanska heldur ikki væntandi. Kappingin var nevnliga fyriskipað soleiðis, at eingin av teimum allarsterkastu vóru við, og helst er hetta eisini sunt fyrio aðrar íðkarar, sum ikki eru í heilt sama flokki sum Regin Vágadal og hansara líkar.


Lyftini hjá einstøku luttakarunum vóru hesi:


Squat:

Herman M. Hermansen,

150 kg.

Christian Djurhuus,

150 kg.

Jens Kristian N. Dam,

130 kg.


Bench Press:

Christian Djurhuus,

120 kg.

Herman M. Hermansen,

115 kg.

Jens Christian N. Dam,

95 kg.


Dead lift:

Christian Djurhuus,

212,5 kg.

Herman M. Hermansen,

200 kg.

Jens Christian N. Dam,

180 kg.


Samanlagt góvu ymsu lyftini hetta stigatal:

Herman M. Hermansen

361,305 stig

Christian Djurhuus

337,75 stig

Jens Christian N. Dam

325,62 stig