Royndu at stjala medisin av skipi í Miðvági

Innbrotstjóvar fóru harðliga til verka, men tað var alt til onga nyttu

Í gjár fekk løgreglan fráboðan um, at innbrot hevði verið umborð á einum skipi, sum lá við bryggju í Miðvági. Løgreglan sigur, at innbrotið er hent um vikuskiftið, men er ikki fráboðað fyrrenn nú. Men innbrotsjóvarnir eru farnir harðliga til verka, tí teir hava brotið ein rút og teir hava havt vinkulslípara við, tí lásið í tveimum hurðum er skorið upp.

 

Løgreglan sigur, at tað er týðiligt at kósin hjá innbrotstjóvunum gekk ímóti skiparakamaranum og tí verður mett, at tað er medisinkistuni, teir hava verið eftir. Men teir góvu upp, áðrenn teir eru komnir á skiparakamarið.

 

Men hóast tað hevði eydnast teimum at koma inn á skiparakamarið, høvdu teir verið ongul í reyv, tí har var eingin medisinkista. Løgreglan sigur, at eftir lógini er tað ólógligt at hava medisinkistuna liggjandi umborð, tí hon skal nevniliga takast við í land, tá ið skip liggja við bryggju.

 

Tað hava innbrotstjóvarnir ikki vitað í hesum føri, og tað fær so eisini løgregluna til at halda, at tað hava ikki verið sjómenn, ið hava roynt seg sum innbrotstjóvar hesa náttina.

 

Annars eru nógv tiltøk hetta vikuskiftið. Countrystevna er í Vágum og Eystanstevna er á Skálafirði, men har hevur verið stak friðarligt. Men í Klaksvík vórðu tveir mans tiknir og settir í brummuna tí teir vóru so ólátaðir í brennivíni, at teir vóru ikki grannhavandi.

 

Annars hevur løgreglan gjørt nakað burtur úr at kanna ferðsluna ymsastaðni kring landið, men har hevur einki verið at finnast at.