Royndu at stjala bensin úr bilum í Havn

- Vit kunnu ímynda okkum, at hetta eru ungir dreingir, sum eiga skutara, men sum einki bensin eiga eftir, sigur løgreglan.

 

Í nátt royndu einir 15-20 dreingir undir 18 ár at stjala bensin úr nøkrum bilum í Havn.

 

- Vit fingu eina fráboðan um 03.40-tíðina í nátt, har dreingirnir royndu at lata upp bensinlúkur upp og stjala bensin.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at eftir øllum at døma fingu dreingirnir ikki serliga nógv burtur úr sínum ætlaða tjóvaríi.

 

Løgreglan fór út og fekk fatur í nøkrum av dreingjunum og tosaði við teir, og nú er so eisini ætlanin at tosa við foreldrini hjá dreingjunum.

 

- Vit kunnu ímynda okkum, at hetta eru ungir dreingir, sum eiga skutara, men sum einki bensin eiga eftir.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at fyribils bendir einki á, at dreingirnir framdu herverk á bilarnar.

 

- Onkrar bensinlúkur er kanska lættari at lata upp enn aðrar, men í løtuni bendir einki á herverk, sigur løgreglan.