Royndu at steðga hvalabátum

Myndugleikarnir í Japan siga, at limir í umhvørvisverndarfelagsskapinum Sea Shepherd royndu síðstu nátt at steðga japonskum hvalabátum, sum skjóta hval í Suðurhøvum. Eitt nú royndu fólk hjá Sea Shepherd at fáa veirar um skrúvuna á hvalabátunum.

Japanski havrannsóknarstovnurin, sum stendur fyri hvalaveiðini, sigur, at Sea Shepherd royndi at steðga skipinum Yushin Maru-2. Tað eydnaðist tó ikki, og eingin fekk skaða av tilburðinum.

Fyri nøkrum døgum síðani royndu fólk hjá Sea Shepherd at steðga einum øðrum japonskum hvalabáti, Yushin Maru-3. Tað miseydnaðist eisini.

Japonsku myndugleikarnir siga, at Sea Shepherd hevur sent trý skip á leiðirnar í Suðurhøvum. Talan er um skipini Steve Irwin, Bob Barker og Gojira.