Tað hevur um vikuskiftið verið ein roynd, at seta eld á HB-húsið. Tað skrivar Páll Mohr Joensen, formaður í HB, á Facebook vanganum hjá felagnum.
– Vit hava tíverri, í fleiri umførum, havt óbodnar gestir í húsinum. Mangan hevur verið illa farið um. Tað er sjálvandi keðiligt. Seinasta leygarkvøld kundi verið heilt galið. Um ikki vakin venjari kom, so er ikki vist at HB húsið stóð í dag. Í fleiri rúmum var eldur settur á pappír, og í einum rúmi kom venjari á eina av stóru wc-rullunum, sum eldur var í. Hetta var seint leygarkvøldið, skrivar Páll M. Joensen, sum hevur ein boð til foreldur.
– Hetta er ein áheitan á tykkum foreldur, tosið við tykkara børn. Forklárið teimum um øðiligu avleiðingarnar, sum kunnu standast av hesum. Vit vita ikki hvør tað er, men vit ynskja so innarliga, at øll eru góð við HB-húsið, og at øll hava møguleika at brúka húsið. Tí hava vit ikki havt tað stongt, sigur formaðurin í HB.
Hann leggur afturat, at um ongin broyting kemur í, so verður neyðugt at stongja HB-húsið, og tá er einki vunnið.