Í gjárkvøldið royndu fólk at rudda vøllin í Streymnesi fyri kava, soleiðis at spælandi verður seinnapartin í dag.
Knappliga 40 fólk vóru møtt við spaka í hond, og klokkan átta var byrjað at gravað í nógva kavanum. Í ein tíma ella so gróvu tey so hugagóð, og nakað av kava fingu tey tikið oman av, áðrenn tey settu spakarnar. Sum skilst hevur nógva regnið í nátt hjálpt væl til, soleiðis at tað sindri sum nú liggur eftir, verður tikið burtur áðrenn steypadysturin millum EB/Streym og B71 ætlandi verður bríkslaður í gongd kl. 17 í dag.