Somaliskir sjórænarar royndu um vikuskiftið at ræna eitt ferðamannaskip við 400 ferðafólkum umborð Royndin hjá sjórænarunum miseydnaðist, tí eitt franskt herskip kom ferðamannaskipinum til hjálpar.
Tað var danski herflotin, sum stóð fyri átakinum at hjálpa ferðamannaskipinum, men danska herskipið Absalon, sum er har á leiðini, var tó ikki við, sigur Søværnets Operative Kommando við Ritzau.
Hetta er fyrstu ferð, at somaliskir sjórænarar hava roynt at ræna eitt ferðamannaskip. Higartil hava teir rænt farmaskip og okkurt einstakt fiskiskip.









