- Knappliga fór alt uppfrá, og eg fekk barrdiskin omanyvir meg. Tað var nokkso ógvusligt, segði hon nakað skelkað. Men smílið var tó komið fram aftur, og hon kýtti seg nú við at rudda upp.
Nógv fólk komu at hjálpa til at taka leivdirnar av tjaldinum niður og bjarga tí, sum bjargast kundi. Matvørur, sodavatnsfløskur, papp og tallerkar flutu um alt, meðan fólk runnu aftur og fram til bilarnar við leysum og føstum – mest leysum.
Onkur meinti, at tað var ikki ráðiligt at standa undir koppaða tjaldinum og royna at bjarga mati, men fólk vóru røsk at hjálpa til, so skaðin ikki bleiv størri hjá matstovuni.










