Móti B36 sunnudagin misti 07 Vestur ein sigur á stokkinum. Hesa ferð fingu teir eitt óneyðugt reytt kort og brendu brotsspark.
Tað er slíkt tilfar, sum skapar eitt botnlið, og Jóan Petur á Stongum viðgekk eftir dystin, at tað kanska var nakað um hetta.
- Í øllum førum haldi eg ikki, at marginalarnir hava verið við okkum. Í dag fáa vit eina skítbýtta útvísing, og vit brenna hatta brotssparkið. So tað blívur strævið, men tað kanst tú ikki skylda upp á kortini. Kanska er tað bara vantandi royndirnar, sum nerva okkum.
- Í øllum førum hava vit fleiri ferðir verið á odda fram móti dystarenda, fyri síðani at missa alt seinastu løtuna av dystinum, og tað er sjálvandi ikki nóg gott, sigur Jóan Petur á Stongum.
Í dag fáa tit eitt stig, og tit eru framvegis niðasta liðið í deildini. Hvussu síggja tit upp á seinnu hálvu av kappingini?
- Vit mugu bara koyra á og vóna, at marginalarnir koma í okkara part. Og so mugu vit vóna, at tað er nóg mikið til at halda okkum uppi, sigur Jóan Petur á Stongum.