Royndirnar telja hjá Sundalagnum

Jógvan Martin Olsen venjari hjá Víkingi roknar við púra opnari finalu. Mótstøðumenninir hava fleiri finaluroyndir, og Víkingur hevur síðstu ferðirnar tikið alt, hóast uppgerðirnar hava verið ógvuliga tættar


Í gjárkvøldið var Víkingur á Tórsvølli og vandi á nýggja undirlagnum. Í kvøld er løtt venjing á skránni, og í morgin verður mannagongdin soleiðis, sum hon altíð er tað, tá ið liðið spælir á útivølli.

Jógvan Martin Olsen er venjari hjá Víkingi. Hann veit, hvat tað snýr seg um, tá ið steypafinala er á dagsskránni, tí hann hevur tríggjar ferðir áður verið ábyrgdarmaður í finalum. Í 2002 vunnu hann og NSÍ, í 2004 taptu hann og NSÍ, og í 2009 vunnu Víkingur og Jógvan Martin Olsen 3-2 á EB/Streymi í fyrstsu finaluni um løgmanssteypið, sum EB/Streymur síðani hevur vunnið tvær ferðir.

-Alt talar fyri einari púra opnari finalu. Vit hava vunnið tvær ferðir á teimum í landskappingini fyrr í ár – 2-1 á heimavølli og 1-0 á útivølli – men í báðum førum hevur talan verið um heilt tættar uppgerðir, har teir væl kundu havt javnað, heldur Jógvan Martin Olsen, sum vísir á, at finaluroyndirnar eru mótstøðumonnunum til fyrimunar:

- Síðani vit vóru í finaluni fyri trimum árum síðani er helmingurin av liðnum skiftur út. EB/Streymur hevur verið í finaluni fimm tær seinastu ferðirnar, og flestu lyklaspælararnir hava verið við allar ferðirnar, so teir vita orduliga, hvat tað snýr seg um.


Støðugir víkingar

Víkingur er á triðja plássi í landskappingini. Tað eru fýra stig fram til EB/Streym, sum er oddalið. Merkisvert er tað, at bæði liðini tríggjar ferðir eru farin av vøllinum uttan úrtøku. EB/Streymur hevur tapt tvær ferðir ímóti Víkingi og eina ferð ímóti NSÍ. Víkingur hevur tapt 1-0 á heimavølli í Fuglafirði ímóti KÍ, og 3-0 í Gundadali ímóti B36 og 4-1 á heimavølli ímóti ÍF.

-Einasta ferðin, at vit heilt eru dotnir burturímillum, var í heimadystinum ímóti fuglfirðingum. Annars hava avrikini verið rættuliga støðug. Tað er bara í málleysa javnleikinum í Gundadali ímóti HB, at vit ikki hava skorað mál. At vit fleiri ferðir enn kappingarneytarnir í toppinum hava verið partur av javnleikum hevur kostað stig, men alt í alt hava avrikini verið støðug, heldur Víkinga venjarin.

Allir víkingarnir eru tøkir undan steypafinaluni. Einasta minussið er, at miðvallarin Sølvi Vatnhamar hevur burturstaddur. Hann er farin av landinum í lestrarørindum, men hann kom aftur til Føroya í gjárkvøldið og verður við í morgin.


Setningurin

Spurningurin er so, hvussu víkingarnir leygarkvøldið ætla sær at fella mótstøðuliðið:

-Í hesi vikuni hugsa vit bara um steypafinaluna og als ikki um, at tað longu mikukvøldið aftur er landskappingardystur á skránni. Vit hava sjálvsálit og hvíla í okkara spæli og tað, sum vit halda vera okkara styrkir, men sjálvandi hugsa vit eisini um mótstøðuliðið, og tað hevur aftur í ár verið sjón fyri søgn, at EB/Streymur eigur einstaklingarnar, sum eru førir fyri at avgera eina finalu.

Sunnudagin var Jógvan Martin Olsen í Streymnesi, har hann sá EB/Streym eftir tógvið stríð vinna 3-2 á TB:

-Umrøðurnar eru ymiskar. Tá ið vit vunnu 1-0 á TB á heimavølli varð sagt, at okkara avrik var ikki sannførandi. Tá ið EB/Streymur vann 3-2 á TB, so varð tað sagt, at TB eigur eitt framúr gott lið. Men ikki minst 2. hálvleikur ímóti TB vísti, hvussu stóran týdning tað hevur fyri EB/Streym, at Arnbjørn Hansen og Hans Pauli Samuelsen eru í álopinum saman við Leif Niclasen. Eg ivist ikki í, at Arnbjørn verður við frá fyrsta bríksli ímóti okkum.

Jógvan Martin Olsen heldur, at EB/Streymur fer so at siga at toppa liðið leygarkvøldið, og tá verða hesir á vøllinum: René Tórgarð – Gert Hansen, Sorin Anghel, Marni Djurhuus, Jónhard Frederiksberg – Pætur Dam Jacobsen, Pauli G. Hansen, Levi Hanssen – Leif Niclasen, Arnbjørn Hansen, Hans Pauli Samuelsen.