Næmingarnir kring landið, sum skuldu fara til undanroynd til landsroyndina í dag, máttu venda aftur til vanliga skúlagongd eftir at Próvstovan boðaði frá, at royndin fyribils varð útsett.
- Servarin hjá okkara veitarum krassjaðu. Júst hvør orsøkin er tekur rúma tíð at finna fram til, men tað riggaði so ikki í morgun, sigur Regin Marnersson, stjóri á Próvstovuni.
Í gjárkvøldið krassjaði servarin, men tá ið hann varð tendraður uppaftur, so riggaði sum ætlað. Tað varð umrøtt at útseta royndirnar orsaka av hendingini í gjárkvøldið, men mett var, at tær kundu halda fram, tá ið servarin nú riggaði aftur beinan vegin.
Í morgun varð tó galið aftur, og tá ið servarin hesaferð varð tendraður aftur, riggaði kortini ikki.
Í morgun kunnaði Próvstovan lærarum frá, at tað ikki riggaði sum ætlað og at kunning fór at koma aftur á middegi.
- Nú hava vit so sagt lærarunum, at hendan royndin í dag liggur tøk á netinum at taka, meðan royndin í morgin koyrir eftir ætlan, sigur Regin Marnersson.
Tá ið umræður próvtøkur hjá fólkaskúlanum hava vit mangan áður hoyrt, at tøknin hevur forðað fyri, at næmingar sleppa til próvtøku. Men hesum afturvísir Regin Marnersson.
- Vit hava havt tvey ár við góðum royndum við próvtøkum. Fyri einum mánaði síðani kiksaði tað og so aftur í dag. Men annars gongur tað væl, sigur Regin Marnersson.