Royndirnar mugu koma

Eftir tveir sigrar á rað, kom GÍ ordiliga niður aftur, tá teir taptu greitt fyri B36, men hóast hetta, so tóktist liðskiparin á liðnum, Pól Ennigarð, at vera rímiliga avkláraður um støðuna, tá vit fingu orðið á hann eftir dystin.
- Fyrst og fremst, so spæla vit ikki sum eitt lið í dag. Og so gera vit eisini alt ov nógv mistøk, soleiðis at bólttapini gerast ov nógv.
Men eftir tveir sigrar á rað skuldi sjálvsálitið annars verið í topp. Hví megna tit ikki at halda fast um spælið, sum hevur tryggjað tykkum tey stigini.
- Tað veit eg ikki. Tað er helst eisini ein staðfesting av, at vit hava so nógvar ungar leikarar á liðnum. Hesir mugu hava nakrar fleiri royndir, og tær fáa teir so bert við at spæla. Annað haldi eg ikki, at eg fái sagt um tað, segði altso Pól Ennigarð at enda.