Guernsey: Tað var sjálvandi ein fegin Margit Joensen, sum eftir finaludystin kundi staðfesta, at Føroyar nú triðju ferð á rað høvdu tryggjað sær gull í kvinnuflogbólti.
- Tíbetur gekk hatta hjá okkum, men hann har sá nóg so svart út eina løtu. Vit blivu nakað nervøsar, men tá vit so komu ígongd aftur, so gekk tað.
- Tað vóru heilt víst royndirnar hjá okkum, sum komu til góðar, tá vit vóru undir trýsti. Hjá mær hevði tað í øllum førum nógv at siga, at Marjun og eg hava spælt so nógv saman. Eg veit akkurát, hvar hon vil hava bóltarnar, og so kundu vit fáa gongd aftur á álopsspælið. Og so telir tað sjálvandi við, at Gudrid so eisini kom ígongd. Tað tók sína tíð, men tá ferð kom á, so var hon avgerandi fyri, at tað eydnaðist okkum at vinna.
Og um liðið sjálvt, so hevði Margit bara rósur at bera.
- Vit hava eitt gott lið. Har eru einar tvær, sum resta í frá seinastu leikunum, men eitt nú hevur Tina veruliga spælt seg upp. Og tær ungu, sum nú eru komnar, hava gjørt tað fantastiska flott. Hetta er bara deiligt, segði Margit Joensen at enda.