Nú rækjuprísirnir eru lutfalsliga lágir, samstundis sum oljan er dýr, halda menn, at rækjuveiða við stórum skipum ikki er serliga lønandi longur Fiskeri-og Havbruksnæringens Forskningsfond hevur játtað stívliga 2 miljónir krónur til framhaldandi menning av einum nýggjum rækjutroli. Ætlanin er, at nýggja trolið skal roynast umborð á tveimum ymiskum trolarum uppi í Barentshavinum tíðliga í summar. Á henda hátt verður hildið, at til ber at finna út av, hvussu effektivt trolið er, og hvussu nógv skal til fyri at draga tað gjøgnum sjógvin.
Nýggja rækjutrolið er roynt í stóra tanganum, SINTEF í Hirtshals í Danmark.
Dýra oljan er ein beinleiðis orsøk til, at neyðugt er við nýggjum trolum, sum eru lættari at draga ígjøgnum sjógvin.
Tað eru tey, sum siga, at rækjuveiða við stórum skipum rætt og slætt ikki er lønandi longur, nú rækjuprísirnir eru lutfalsliga lágir, samstundis sum oljan er vorðin so dýr.