5-mannafør dreingir: Vágsdreingir umborð á Royndini Fríðu vunnu í dag rimmar sigur á Varmakeldustevnu í Fuglafirði. Jallurin hjá Knørrafelagnum í Havn var klárt fremstur, tá ið tað restaðu 250 metrar, men so fór Royndin Fríða at gera um seg.
Við longum og sannførandi endaspurti eydnaðist tað Royndini Fríðu væl og virðiliga at taka Jallin, og tá ið teir fóru um málið, var munurin stórur skutur.
Sigurin var serliga søtur hjá vágsdreingjum, sum eisini vunnu á Norðoyastevnu. Í Sundalagnum vóru teir so óhepnir at bróta róðrið, og á Tvøroyri endaðu teir á triðja plássi.
Tað kom eisini væl við hjá Royndini Fríðu, at Blikur, sum er fremst í FM stríðnum, í dag endaði á fjórða plássi.
1 Royndin Fríða 05:05.19
2 Jallurin 05:06.22
3 Havfrúgvin 05:08.11
4 Blikur 05:10.01
5 Erla Kongsdóttir 05:11.05
6 Sílið 05:12.09
7 Drekin 05:12.23
8 Teistin 05:15.02
9 Svanur 05:16.15
10 Fípan Fagra 05:17.17
11 Frúgvin 05:17.20
12 Pílur 05:18.08
13 Sandingur 05:22.05
14 Firvaldur 05:24.09
15 Tjógvin 05:30.19
Støðan
1 Blikur 22
2 Jallurin 19
3 Royndin Fríða 19
4 Drekin 16
5 Sílið 12
6 Erla Kongsdóttir 9
7 Havfrúgvin 9
8 Frúgvin 5
9 Pílur 1
10 Fípan Fagra 0
11 Firvaldur 0
12 Svanur 0
13 Teistin 0
14 Tjógvin 0
15 Sandingur 0