Royndin at skipa samgongu miseydnaðist

– Eg havi greit løgtingsformanninum frá, at royndin at skipa samgongu millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Miðflokkin ikki bar á mál.

Tað segði Bárður Nielsen, samráðingarleiðari, tá hann fyri løtu síðani kom út aftur frá løgtingsformanninum.

Hann hevur nú fingið freist til kl 11 at vita, um hann hann kann royna eina aðra samgongu.