Royndi at stjala bil

Onkur hevði gjørt sær serliga stóran ómak við at royna at stjala ein bil úr einari garasju leygarkvøldið.
Løgreglan sigur, at viðkomandi hevur roynt fleiri ymiskar snildir fyri at sleppa avstað við bilinum.
? Milluma annað varð instrumentbrettið skrúvað frá, so her er talan um kvalifiseraða roynd at stjala ein bil, men viðkomandi slapp so ikki avstað við honum, sigur vakthavandi.