Royndi at smugla tvey kilo av hassji til Føroya

– Men tollararnir á flogvøllinum fangaðu hann

 

Seinnapartin í gjár fekk politiið fráboðan frá tollvaldinum á flogvøllinum í Vágum um, at tey høvdu tikið ein 42 ára gamlan mann, ið hevði roynt at smugla tvey kilo av hashi til Føroyar. Løgreglan handtók mannin og skuldsetti hann fyri hava brotið lógina um rúsevni.

Seinnapartin í dag varð hann til grundlógaravhoyringar í Føroya Rætti har hann játtaði seg sekan.
Ein mentalkanning úr Danmark segði, at maðurin er ikki egnaður til fongsulsrevsing og tí fekk hann ein viðgerðardóm, sum er virkin í fimm ár. Hann kærdi ikki avgerðina, sigur løgreglan í eini fráboðan í dag.