Tá Norrøna mánamorgunin kom á Havnina, royndi ein 21 ára gamal maður at smugla narkotisk evni í land. Tollararnir fingu tó fatur á manninum, sum nú verður ákærdur fyri brot á narkotikalógina. Tollararnir góvu løgregluni boð um at handtaka mannin.
Talan var bara um fimm gramm av marihuana, sum bara var ætlað til egið brúk. Tí er revsingin heldur linari, enn um maðurin hevði havt sølu fyri eygað. Maðurin hevði fimm gramm uppi á sær, og hann kann vænta sær eina bót frá dómsvaldinum.
Spirituskoyring
Sunnumorgunin var eitt ferðsluóhapp við Kjalnestanga í Kollafirði. Orsøkin til óhappið var, at førarin var ávirkaður av rúsdrekka.
Trý ung vóru á veg úr Havn og koyrdu norðureftir við persónbili. Tá tey eru komin til Hósvíkar skifta tey førara, tí hann er ov fullur. Næsti førarin er heldur ikki koyriførur, og bilurin endar tí í bilverjuni framvið vegnum. Síðani sleppur tann triðji framat róðrinum, og tey koyra suðureftir aftur. Hesin førarin megnar heldur ikki at halda bilin á vegnum, og tey fara avaftur vegnum. Hetta upplýsir løgreglan. Øll trý verað tí ákærd fyri rúsdrekkakoyring.
Fríggjakvøldið fór ein persónbilur útav vegnum á Oyggjavegnum við Hotel Føroyar. Førarin, ið var einsamallur í bilinum, var ávirkaður av rúsdrekka.
Herverk í bussi
Sunnudagin fekk løgreglan fráboðan um, at herverk varð framt á ein buss, sum stóð í Slættanesgøtu, nær við bilasøluna hjá Wenzel, ið selur Ford bilar.
Onkur hevði tømt ein eldsløkkjara í bussinum, og tí var pulvur um allan bussin.
Fríggjadagin var Jóansøkuhald í Sandagerði, har nógv fólk varð komið saman. Nakrir unglingar fóru til hendurs, og onkur endaði á skaðastovuni.