Royndi at smugla hálvtannað kilo av hassj

Ein 57 ára gomul íslendsk kvinna varð í morgun tikin fyri at royna at smugla 1,477 kilo av hassj úr Danmark til Føroya. Hon er nú varðhaldsfongslað í fýra vikur, harav tann eina er í isolatión

Tá Norröna í morgun kom til Føroya úr Hirtshals var ein 57 ára gomul íslendsk kvinna við, og hon hevði smá hálvtannað kilo av hassji í taskuni. Tað varnaðist tollvaldið, og klokkan 8.15 varð kvinnan handtikin av løgregluni.
Klokkan 11.30 var kvinnan fyri í grundlógaravhoyring, og har valdi dómarin at fongsla hana í fýra vikur, harav tann eina verður í isolatión.
Kvinnan greiddi frá, at hon skuldi fáa pengar fyri hassjið, men segði seg bert vera millumlið og at hon ikki visti, hvør føroyski bakmaðurin var.
Spurd, hvar hon fekk hassjið frá í Danmark, noktaði hon at svara. Hon vildi tó loyva løgregluni at kanna tær báðar fartelefonirnar, hon hevði uppi á sær, tá hon varð handtikin.
Íslendska kvinnan undirstrikaði, at hon hevði verið samstarvshugað mótvegis løgregluni, og hon játtaði eisini at hava roynt at smugla hassjið til Føroya.
Ákærin kravdi, at skuldsetta kvinnan skuldi varðhaldsfongslast í fýra vikur, tær tvær í isolatión, meðan verjin onga orsøk sá til at varðhaldsfongsla yvirhøvur. Han vísti eitt nú til, at løgreglan ikki so frægt sum kravdi málið fyri afturlatnum hurðum.
Dómarin helt kortini, at talan var um eina rímiliga stóra nøgd, sum kvinnan hevði roynt at smugla til Føroya, og helt tí at kvinnan skuldi varðhaldsfongslast í fýra vikur, tó bert ta einu í isolatión.
Kvinnan valdi ikki at kæra varðhaldsfongslingina, men hevur kortini 14 dagar at umhugsa málið í.