Royndi at smugla fleiri kilo av hassj

Grundlógaravhoyring var í Føroya Rætti fyrrapartin í dag.

 

Ein maður skuldi avhoyrast, men avhoyringin fór fram fyri dupultafturlatnum hurðum, so enn er ikki heilt greitt júst hvat er farið fram.

 

Sum skilst, so er talan um ein útlendskan mann, sum kom við flogfarinum í gjárkvøldið og við sær hevði hann fleiri kilo av hassj. Tað er ikki greitt hvussu stór nøgdin er.