Royndi at smugla 94 iPhone fartelefonir

Ein kinesiskur maður hevði heldur undarligt gongulag, tá ið hann varð tikin í tollinum

Hann má fáa poeng fyri at royna, men tað gekk bara als ikki.

Ein ungur maður royndi nú um dagarnar at smugla 94 nýggja iPhones úr Hong Kong og inn á kinesiska meginlandið, men tollararnir í býnum Shenzhen hildu, at maðurin hevði heldur løgið gongulag, og tí steðgaðu teir honum.

Tað vísti seg, at maðurin hevði klistrað heili 94 nýggjar iPhones til kroppin á sær, og tí var tað ikki so løgið, at maðurin gekk, sum um hann bar sera tungt viðføri.