Royndi at renna undan løgregluni

- Tú kanst renna undan løgregluni, áðrenn tú verður handtikin, men tá tú slítur teg leysan og rennur avstað aftur eftir handtøku, er hetta eitt mál aftrat, sigur løgreglan.

 

Í nátt hevur løgreglan havt ein liggjandi gest. Hesin er framvegis á støðini, men sleppur eftir øllum at døma útaftur at halda nýggjár, nú vit hava nýggjársaftan í dag.

 

Tað var klokkan 01.24 í nátt, at løgreglan fekk fyrstu fráboðanina um, at maðurin var ólátaður á einum skeinkistaði í Havn.

 

- Tá vit komu á staðið, gjørdist hann ikki minni ólátaður og hóttandi. Maðurin varð handtikin, men slapp sær leysur aftur og royndi at renna undan løgregluni.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at maðurin beinanvegin varð handtikin aftur. 

 

- Tú kanst renna undan løgregluni, áðrenn tú verður handtikin, men tá tú slítur teg leysan og rennur avstað aftur eftir handtøku, verður tað eitt mál aftrat.

 

Løgreglan sigur, at maðurin verður avhoyrdur á løgreglustøðini, og talan er serliga um skuldsetingar um hóttanir móti tænastumanni í starvi, sum skuldsetingarnar snúgva seg um. 

 

- Tað var upp á tal, at maðurin møguliga skuldi til grundlógaravhoyring, men soleiðis verður ikki. Hann verður boðsendur aftur, tá málið kemur fyri í rættinum.

 

Vaktleiðarin ásannaði, at maðurin, sum framvegis er í varðhaldinum, ikki er ókendur í býarumhvørvinum í høvuðsstaðnum.