Í nátt tók løgreglan ein bilførara fyri at koyra ov skjótt á Kaldbaksvegnum.
Mátingin hjá løgregluni vísti, at hann koyrdi 115 kilometrar um tíman, har tað er loyvt at koyra 80, og tað hevði merkt, at hann hevði mist koyrikortið.
Men tá ið løgreglan skuldi steðga honum, vildi hann ikki steðga, men koyrdi undan. Løgreglan helt aftan á honum og tað eydnaðist at fáa fatur á honum, tá ið hann koyrdi seg fastan.
Bilførarin, sum koyrdi undan, snaraði nevniliga oman á Sund í eini roynd at sleppa undan løgregluni, men tað sóu løgreglufólkini, og fingu sostatt fatur á honum, niðri við bóndahúsini á Sundi.
Tá ið umstøðurnar vórðu kannaðar nærri, vísti tað seg, at bilførarin, sum var ein ungur drongur, hevði heldur onki koyrikort, tí tað hevði hann mist.
Sostatt fær hann bæði revsing fyri at koyra ov skjótt, fyri at koyra undan løgregluni, og fyri at koyra bil, hóast hann hevur mist koyrikortið.
Løgreglan sigur, at annars hevur verið rættiliga friðarligt í nátt.
Onkuntíð eru fólk komin til ilnar, men tað hevur lagað seg aftur, áðrenn meiri spurdist burtur úr, og í Klubbagarðinum gjørdi ein maður seg in á ein duravørð. Maðurin varð koyrdur á dyr í einum dansistaði, men tað var hann ikki samdur í og gjørdi seg inn á duravørin. Meiri spurdist ikki burtur úr tí, og tað fær hann bót fyri.










