Terji Sigurðsson, semingsmaður, hevur roynt at fáa limirnar í Føroya Pedagogfelag aftur til arbeiðis millum jól og nýggár.
Við útvarpið í gjárkvøldið segði semingsmaðurin, at hann hevði biðið partarnar umhugsa at seta ávikavist verkbannið og verkfallið úr gildi fyribils og at samráðingarnar verða tiknar uppaftur millum jól og nýggjár, men semja var ikki um tað, segði hann.
Fyribils ger semingsstovnurin ikki meira í hesum málið, segði Terji Sigurðsson við útvarpið.










