Løgreglan í Bretlandi hevur handtikið ein 44 ára gamlan spaniumann, sum er skuldsettur fyri at hava verið uppi í fleiri royndum at beina fyri spanska konginum, Juan Carlos. Sambært blaðnum The Telegraph varð Eneko Gogeaskoetxea Arronategui tikin í býnum Cambridge.
Umframt skuldsetingina um drápsroyndir ímóti Juan Carlos kongi er Arronategui skuldsettur fyri yvirgang, stuldur og skjalafalsan. Spanska løgreglan vil vera við, at hann er limur í baskiska loysingarfelagsskapinum ETA, sum stríðist fyri baskiskum sjálvræði.
Myndugleikarnir seta ETA í samband við fleiri royndir at beina fyri Juan Carlos, sum hevur verið spanskur kongur síðani 1975.