70 ár: Mikudagin fylti Òli Jacobsen, fyrrverandi formaður í Føroya Fiskimannafelag 70 ár.
Óli var formaður fiskimannafelagsins frá 1971 til 2007. Hesi 36 árini var felagið bert einaferð í verkfalli, og var tað í 1985. - Eg trúði altíð uppá, at tað var best at røkka úrslitum við at verða semjusøkjandi, greiddi Óli frá í samrøðu á Rás2 mikudagin.
Tað ber til at hoyra samrøðuna við Óla við at trýsta á pílin undir myndini. Í samrøðuni verður nomið við barnaárini hjá Óla, árini hann var til skips, formanstíðina í Føroya Fiskimannafelagi, árini hann sat á tingi og í landsstýrinum, umframt tað rúgvismikla, siðsøguliga tilfari Óli hevur givið út á Bók.
Nomið verður eisini við tilfarið, sum var í tí nú farna FF-blaðnum, umframt alt tað siðsøguliga tilfarið Óli hevur ríkað lesararnar við í "Miðvikuni" í Sosialinum.
Samrøðan er 36 minuttir til longdar. Týdningarmikið er, at tá trýst verður á pílin, at tann lítla grøna strikan verður innlisin, tí tá ber til at hoyra alla samrøðuna við Óla Jacobsen, sum var á Rás2 mikudagin.