Royndarveiða á stongdari leið

Torbjørn Jacobsen vil eisini hava Bjørn Kalsø at svara spurningum um royndar- og gágguveiðu

Fyrispurningar

Torbjørn Jacobsen hevur eisini tveir aðrar fyrispurningar til landsstýrismanninum í fiskivinnumálum.
Tjóðveldistingmaðurin sigur seg hava skilt, at landsstýrismaðurin fyri kortum hevur latið loyvi um royndarveiðu til ein bát í bólki 4. Hetta hóast talan var um veiðu á stongdari leið.
Um svarið er játtandi, vil Torbjørn Jacobsen hava at vita, hvørjar grundgevingarnar fyri hesum eru, og hvørjar treytir fylgja við í hesum, eins og spurt verður um, hvørt málið hevur verið fyri á landsstýrisfundi.
Eisini hevur Tobbi ein fyrispurning um gágguveiðu á føroyskum sjóøki. Tingmaðurin vísir á, at teksturin í kunningarskrivinum, sum Fiskimálaráðið hevur sent út, er óvanliga knortlutur, og tí vil hann hava at vita, hvussu hesin skal skiljast.