Royndarteljingin er liðug

Royndarteljingin, sum hevur verið í tríggjar vikur, endaði týskvøldið. 1300 húski hava verið við.

10 teljarar hava seinasu gingið hús úr húsi í 10 økjum í Norðoyggjum og í Havnini at savna spurnarbløð inn.

Royndarteljingin skuldi millum annað vísa, hvussu útberingin riggaði, hvussu stór tey einstøku teljiøkini kunnu vera, og hvussu langt innsavningartíðarskeiðið eigur at vera.

Tað hevur gingið væl at fáa spurnabløðini innaftur, hóast tað hevur verið sjálvboðið at svara spurningunum. Innkomnu spurnabløðini skulu nú viðgerast.

Eingin almenn hagtøl verða gjørd burtur úr royndarteljingini.

Tá stóra fólkateljingin verður í november næsta ár skulu øll umleið 19.000 húskini í landinum verða við.