Royndarkoyra virkið komandi dagarnar

Góðsking: Nýggja góðskingarvirkið, sum letur upp í Fuglafirði ein av komandi døgunum, fer at royndarkoyra í komandi døgum, sigur virkisleiðarin Esmund Jacobsen

Tað er ikki hvønn dag, at tað lata nýggj virkið upp her á landi, og so serliga ikki tá vit tosa um góðskingarvirkið.

Men sólskinssøgur finnast kortini, og ein av næstkomandi døgunum letur gamla Handils- og Frystivirkið í Fuglafirði dyrnar upp aftur íeinum nýggjum og broyttum hami. Tá verður talan um eitt góðskingarvirkið til alifisk, og tað er Klaksvíksfyritøkan, um vit kunnu kalla tað so, East Salmon, sum stendur fyri rakstrinum.

Sum nevnt aðrastaðni, er tað Havsbrún, sum eigur bygningin, men East Salmon hevur leigað teir frá Havsbrún.

Tað verður Esmund Jacobsen, sum skal standa fyri rakstrinum av nýggja virkinum í Fuglafirði, og hóast fáorðaður, so er hann spentur upp á hvat framtíðin hevur at bjóða nýggja virkinum.

- Alt er ikki endaliga komið upp á pláss enn, tí vit mangla m. a. at gera nakrar royndarkoyringar, sigur hann, og vísir á, at hesar royndarkoyringar skulu gerast fyri at fáa endaligu góðkenningarnar frá heilsumyndugleikunum, sigur Esmund Jacobsen, sum leggur afturat, at talan bert er um ein formailtet, sum skal fylgjast.


Arbeiði til 20 fólk

Sum tað liggur í heitinum, so skal nýggja virkið í Fuglafirði góðska vørur. Talan er um góðsking av fiski frá East Salmon, sum hevur aliringar í Norðoyggjum, og endamálið er at gera catering til hotellini og smápakningar til kølidiskin.

Hvussu stór verður framleiðslan á virkinum?

- Framleiðslan fer nokk at liggja onkustani ímillum 2000 og 2500 tons. Minni í byrjanini sjálvsagt, tí vit fara spakuliga í gongd, men tá vit síggja hvussu alt virkar og hvussu tað gongur, so ætla vit at seta ferðina upp, sigur Esmund.

Hvussu nógv fólk fara at starvast á virkinum?

- Tað verður á sama hátt, sum við sjálvari framleiðsluni. Eg rokni við, at vit byrja við uml. 20 fólkum. Seinni ? og tað verður sjálvsagt alt eftir hvussu leikur ferð ? er ætlanin at seta ferðina upp, og tá er eisini ætlanin at fara í holt við eina vaktarskipan, og tað merkir so, at vit skulu hava væl fleiri starvsfólk, sigur Esmund Jacobsen, virkisleiðari á nýggja virkinum í Fuglafirði.

Nær arbeiði veruliga fer í gongd dugir Esmund Jacobsen ikki at siga í verandi løtu.