Royndarkoyra vindmyllurnar í Neshaga

Fyri stuttum fekk SEV framleiðsluloyvi til tríggjar nýggjar vindmyllur á Eystnesi. SEV gjørdi sáttmála við Enercon um at keypa tríggjar E-44 900 kW myllum.

Harumframt vórðu tvær sama slag myllur bílagdar til endurbygging fyri tær báðar, ið fórust í vetur. Triðja Vestas myllan er niðurtikin og liggur á goymslu í løtuni.

Sostatt hevur SEV nú fimm nýggjar Enercon vindmyllur á 900 kW, og ta elstu vindmylluna sum er ein Nordtank vindmylla á 150 kW, ið varð sett í rakstur í 1993.

Tann fyrsta myllan skuldi royndarkoyrast seinnapartin í gjár.

Hinar vindmyllurnar verða royndarkoyrdar, so hvørt tær eru klárar. Royndarkoyringin av øllum fimm vindmyllunum fer fram til 23. november 2012, tá ið tær alment verða settar í rakstur.