Royndarkappróður á Skála

- Nú veturin er av, summarið er í hond, og kappróðrarbátarnir eru farnir á sjógv og hava vant á heimasjógvi í eina tíð, verður royndarkappróður á Skála í morgin. Bygdastevna er á Skála 21. og 22 mai, og tað er í hesum sambandi, at Skála Róðrarfelag skipar fyri kappróðri leygardagin 21. mai, sum er í morgin.

Barnaróðurin byrjar klokkan 14, og tey tilkomnu byrja at rógva kokkan 15.

Róð verður 500, 1.000 og 1.500 metrar, men fastur startur verður ikki brúktur.

Skála Ítróttarfelag sigur í tíðindaskrivi, at bátarnir, sum fáa bestu plaseringarnar í kappróðrinum, fáa ávikavist steyp og heiðursmerkir.