Royndarframleiðslan á Breagh væleydnað

Faroe Petroleum boðar frá, at royndarframleiðslan frá báðum brunnunum, sum vórðu boraðir á Breagh økinum, í syðra parti av bretska Norðsjónum, eydnaðist væl. Undir royndarframleiðsluni vórðu upp til 26 mió kubikk føtur av gassi framleiddar um dagin, úr eini gassfláð, sum er 1200 føtur long. Faroe Petroleum hevur 10% av loyvinum.

Góða úrslitið staðfestir, at Breagh gasskeldan er rakstrarverdugt.

 

Arbeitt verður nú víðari við verkætlanini, og mett verður, at nøgdin av gassi í Breagh kelduni er 20% størri enn áður mett.

 

Málini, sum vórðu sett fyri Breagh boriverkætlanini í 2008, eru nú nádd, og seinastu metingarbrunnarnir og royndarframleiðslan føra Breagh eitt stig nærri útbygging.