Atlantsfarið hevur í eina tíð royndarfiskað eftir hvítingdbróðri, men tað hevur ikki hildnast nakað serligt higartil.
Fyrstu tveir túrarnar vóru teir óhepnir og skræddu so illa, at teir máttu inn. Síðani hevur ikki tað stóra verið at fingið.
Í 70-unum og 80-unum høvdu føroyingar ein rímiliga stóran skittfiskaflota, men nú er nakað síðani, at skip hava roynt eftir hvítingsbróðri.
Í løtuni liggur Atlantsfarið á Miðvági, men ætlanir er at fara at gera nakrar royndir aftrat. Roknað verður við at farið verður út aftur um einar tíggju dagar.
Myndina hevur Birgir Waag Høgnesen tikið.










