Royndarboringar á Eystnesi

Fyrireikingarnar í sambandi við ætlanina um at seta upp nýggjar vindmyllur í Neshaga í Eysturoynni eru í gongd. Landsverk ger í løtuni royndarboringar av lendinum fyri SEV, har myllurnar eftir ætlan skulu setast upp í summar.

Nakað áðrenn jól fóru starvsfólk hjá Landsverki undir at fyrireika royndarboringar eftir umbøn frá SEV, sum hevur ætlanir um at staðseta nýggjar vindmyllur á Eystnesi.

Til hetta skuldi tyrla nýtast til at flyta boriútgerð, haðani vegurin til verandi myllur endar, og longur út á Eystnes.

- Vit gera kjarnuboringar fyri SEV fyri at fáa staðfest, hvussu góðskan á grótinum er á teimum støðum, har fundamentini skulu gerast, sigur Sigurd Lamhauge, verkfrøðingur á Landsverki.

SEV hevur ætlanir um í summar at seta upp tríggjar nýggjar vindmyllur. Hetta er treytað av, at málið fellir endaliga upp á pláss mótvegis Elveitingareftirlitinum í sambandi við útbjóðing av nýggjari vindorku.

Mynd: landsverk.fo