Roynd sum óroynd eru vælkomin

Mánakvøldið 5. september leggur Vágakórið aftur til brots.

Mánakvøldið 5. september leggur Vágakórið aftur til brots. Kórleiðarin Sámal Matras Kristiansen sigur soleiðis:

 

- Í heyst fara vit at syngja fram móti jólum - við nógvum kendum føroyskum jólasangum og enskum Christmas Carols, bæði við og uttan orgul.

 

Kórleiðarin vísir á, at alt tó ikki verður jólatilfar. Eisini verður pláss til tíðarhóskandi gospel-tónleik og dygdargóðan kórpopp við klaverfylgispæli, eins og sungnir verða stemningsfullir føroyskar heystsangir av bæði eldri og nýggjari slagi.

 

- Vit bjóða øllum núverandi, fyrrverandi og nýggjum sangarum hjartaliga vælkomnum til ein nýggjan og spennandi sangvetur.

 

Lagt verður aftrat, at óroyndir sangarar sjálvsagt eisini eru vælkomnir, og kórleiðslan lovar at taka hond um ótryggleikan, sum fólk kunnu kenna á sær, tá tey ikki hava sungið í kóri áður.

 

Vágakórið vónar, at nógvir royndir og óroyndir sangarar møta í skúlanum á Giljanesi, gomlu auluni, mánakvøldið 5. september klokkan 19.30.