B68 og KÍ hava seinastu tíðina havt nýggjar spælarar við í venjingum sínum. Talan er um fýra spælarar úr Senegal, sum í hesum døgum eru í Føroyum. Tveir teirra hava vant við KÍ og hinir báðir hava vant á Toftum. Flytingarvindeygað fyri spælaraskifti er tó latið aftur á føroyska marknaðinum, og tí verður tað í fyrsta lagi til komandi kappingarár, at føroyskur fótbóltur fær gleði av spælarum úr Senegal. Hetta sjálvandi um venjingarnar hjá onkrum av spælarunum geva úrslit í einum sáttmála.