MAKRELUR
Leingi hevur ligið í luftini, at Føroyar fara at áseta sær eginkvotu fyri makrelveiði í 2010. Orsøkin er, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, ikki er nøgdur við, at Føroyar í býtinum av makrelinum fáa minni enn 5% av eini heildarkvotu upp á 570.000 tons. Saman við Noreg og ES eru Føroyar at rokna sum strandaland í býtinum av felagskvotuni av makreli, meðan Ísland, sum higartil ikki hevur verið partur av hesi avtalu, í fjør fiskaði umleið 130.000 tons av makreli í íslendskum sjógvi.
Noreg og ES kanna sær meginpartin av felagskvotuni, og hetta er hvørki politiski myndugleikin í Føroyum, ei heldur pelagiska vinnan í Føroyum, nøgd við.
Men ósemja er um, hvussu Føroyar kunnu røkka einum betri býtisparti.
Tá seinasti samráðingarfundur var millum Føroyar, Noreg og ES í London herfyri, vóru hini londini ikki sinnaði at lata Føroyum ein størri kvotupart, tó at bæði havfrøði og vinna nú vita, at makrelur í størri mun enn áður ferðast og gýtir í føroyskum sjógvi.
Á landsstýrisfundi í morgun var semja um, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum skal gera enn eina roynd at mýkja støðuna við at venda sær beinleiðis til fiskimálaráðharrarnar í Noreg og ES.
Semja er soleiðis um at gera hesa roynd fyri at vita, um Føroyar kunnu røkka einum frægari kvotupart við at taka málið upp á politiskt stig.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sigur, at tíðin arbeiðir ímóti Føroyum í hesum máli, tí besta tíðin til makrelveiði í føroyskum sjógvi er í juli og august.
Landsstýrismaðurin er vitandi um, at fara Føroyar at áseta sær eginkvotu, sleppa føroysk skip ikki at fiska makrel í norskum sjógvi, ei heldur í ES-sjógvi, og tí er best, um ein føroysk áseting fyri 2010 ikki dregur alt ov langt út.
Næstu dagarnir fara at vísa, hvussu leikur fer í makrel-málinum.










