Hvørja løtu fara semingsmenninir at seta seg saman við Føroya Handverksmeistarafelag og handverkarafeløgunum í eini roynd at sleppa undan, at alt handverksarbeiðið verður lagt niður.
Meistararnir og handverkarafeløgini hava samráðst um nýggjan sáttmála leingi, men tað bar ikki á mál og tískil vórðu semingsmenninir boðsendir. Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur, at teir hava brúkt seinatu dagarnar at fáa greiði á hvat tað er, sum skilir partarnar og hvar teir standa. - Tað eru krøv og mótkrøv, men í síðsta enda snýr alt seg um pening, sigur hann.
Hann væntar, at partarnir verða sitandi til tað røkkur ella støkkur og tí hava tey brynja seg út upp á sita við semingsborðið í nakrar dagar. Men tað kann eisini henda, at partarnir fáa brúk fyri at fara hvør til sítt at umhugsa seg, og so verður tað gjørt. Tískil er ómøguligt at siga nakað um, hvussu drúgvar semingsroyndirnar vera, sigur semingsmaðurin.
Hann leggur tó dent á, at tá ið samanumkemur, eru tað partarnir sjálvir, ið skulu finna eina semju. - So fáa vit at síggja um tað endar við, at eitt semingsuppskot verður lagt fyri partarnar einaferð, ella um vit koma til ta niðurstøðu, at partarnir standa so mikið langt frá hvørjum øðrum, at tað er nyttuleyst at leggja semingsuppskot fyri teir yvirhøvur, sigur Terje Sigurðsson.
|