Í grein fyrr í morgun hevði Portalurin eina stutta frásøgn um gongdina hjá rækjuskipaflotanum, sum nú ikki er nakar flotin í orðsins rætta týdningi longur - men bert tvey skip.
Hesi bæði skipini, Arctic Viking og Havborg, royna nú norðanfyri Svalbard. Tað skrivar heimasíðan hjá Jóanisi Nielsen.
Á leiðini, har skipini royna, er bara roynandi ein lítlan part av árinum fyri ísi.
- Vit frætta, at fiskiskapurin hevur verið brúkligur, men ikki nakað rok. Havborg fór til fiskiskap hin 8. oktober, og Arctic Viking fór nakrar dagar seinni, veit heimasíðan hjá Jóanisi Nielsen at siga.










