Bretska oljufelæagið BP fór í kvøld undir enn eina roynd at tetta oljulekan á botni í Meksikoflógvanum. Forstjórin í felagnum, Tony Hayward, sigur við fjølmiðlarnar, at tað er millum 60 og 70 prosent sannlíki fyri, at royndin fer at eydnast.
Hesaferð pumpar BP runu niður yvir boriholið, og síðani verður eitt lag av sementi lagt omaná. Hendan framferðin er roynd fyrr, men ikki á so stórum dýpi sum hesaferð.
BBC sigur frá BP, at tað fer helst at taka nakrar dagar, áðrenn felagið kann siga við vissu, um tað eydnast at tetta lekan hesaferð.