Royna nú at forða fyri at fiskiflotin verður lagdur

Semingsroyndirnar byrja í morgun, men tað er langt ímillum partarnar

 

Nú klokkan 10 í morgun verður farið undir fyrstu royndina at finna semju í sáttmálatrætuni ímillum Reiðarafelagið øðrumegin, og tey trý manningarfeløgini, Fiskimannafelagið, Skipara- og Navigatørfelagið og Maskinmeistarafelagið. 

Eydnast ikki at fáa semju, verður avleiðingin, at fiskiflotin verður lagdur, ella í hvussu so er ein partur av honum í fyrstu syftu.

Tað skilst á manningarfeløgunum, at í fyrstu syftu kann uppsjóvarflotin verða lagdur, tí tað er har, trupulleikin við gjaldi fyri at keypa fisk á uppboði, er størst.

Annars hava partarnir samráðst, men síðsta vikuskifti máttu teir gera skarvin yvir og ásanna, at tað bar ikki til at finna semju.

Sostatt vórðu boð send eftir semingsmanninum, hann hevur brúkt hesa vikuna upp á at tosa við partarnar.

Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur, at tað er ikki yvir at dylja, at nýggja fiskivinnuskipanin, og avleiðingarnar av henni, fylla rættiliga nógv í samráðingunum. 

Meiri enn tað vil hann ikki siga, men vit vita frá øðrum, at tað er serliga gjaldið fyri at keypa fisk á uppboði, sum ósemja er um.

Reiðararnir krevja, at gjaldið skal dragast av óbýttum, tað vil siga, áðrenn manningin verður avroknað. 

Avleiðingin av tí er, at manningarnar sinda ein part av gjaldinum fyri reiðarin keypir fisk á uppboði, og tað góðtaka tær ikki. Tí krevja tær, at manningarnar verða avroknaðar, áðrenn gjaldið verður drigið frá.