Altjóða fótbóltssamgongan ætlar at royna serligar máldómarar í europeiskari kapping seinni í ár. FIFA umhugsar at gera eina roynd, har tveir serligir máldómarar skulu halda til aftanfyri málið. Hesir máldómarar skulu halda eyga við tí, sum fer fram í brotsteignum og fylgja við, um bólturin hevur verið í málinum, tá ið ivi er um tað.










